Nakrar skipasmiðjur skulu undangóðkennast at smíða kalsoyarferjuna

Nakrar skipasmiðjur skulu undangóðkennast at smíða kalsoyarferjuna
Ferjan verður í løtuni mett at kosta 170 milliónir kr. Projekteringin er um at vera liðug
Sam leggur at á Syðradali. Nýggja kalsoyarferjan verður í løtuni mett at kosta 170 milliónir kr.
 
05.12.2024 - 09:01

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum vil hava at vita, um 20 milliónir krónur eru nóg mikið at fara undir at smíða nýggju kalsoyarferjuna.

Men Strandferðslan fær ikki sagt neyvt, um hetta er nóg mikið.

Hetta sæst í svari frá Strandferðsluni til fíggjarnevndina, sum hevur sett stovninum fleiri spurningar í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina.

Strandferðslan sigur, at kostnaðurin fyri skipið er í løtuni mettur til 170 mió.kr. 

 

Niels Juel Arge, strandferðslustjóri, og Mouritz Mohr, stjóri í Mest, tá skrivað var undir sáttmálan um at projektera ferjuna. 

 

Projekteringin um at vera liðug

- Prosjekteringin hevur verið í gongd  alt hetta árið, og er nú at kalla liðug. Fyrst í komandi ári verður farið at finna 5-6 skipasmiðjur, sum skulu undangóðkennast, áðrenn tær verða mettar egnaðar til at bjóða upp á byggingina. Tá ið byggisáttmáli er undirskrivaður, kann verða farið í gongd við at strekkja kjølin, sigur Strandferðslan í svarinum.

Strandferðslan sigur, at tað er ikki óvanligt í samband við skipabygging, at fyrsta ratan fellur til gjaldingar við sáttmálaundirskrift og onnur ratan, tá skrokkurin verður strektur.

Verður byggisáttmáli undirskrivaður við skipasmiðju um heystið, skal fyrsta ratan gjaldast tá, t.e. í 2025.

Støddin á fyrstu ratu kann vera ymisk. Tað kann bæði vera 10 prosent, 15 prosent ella 20 prosent av sáttmálaupphæddini, sigur Strandferðslan í svarinum til fíggjarnevndina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044