- Tíðindi, mentan og ítróttur
Toppskorarin: Listi Á fær ov lítið í sín part
Listi Á fær ov lítið í sín part eftir góða úrslitið á kommunuvalinum 12. november.
Tað heldur Ólavur Larsen, fyrstvalda umboðið á listanum og toppskorari í Fuglafjarðar kommunu.
Tað áliggur tí honum at kalla nýggja býráðið inn at skipa seg.
Ólavur Larsen var á lista Á, men listi B og F hava skipað seg í valbólk við meiriluta í býráðnum, og ætlanin er, at sitandi borgarstjórin, Dávur Juul, skal halda fram.
Listi B og F hava boðið lista Á +atta av 18 nevndarsessum, men hetta er lítið meir enn tað lógarkravda, og tí fær Listi Á ikki nóg mikið í sín part samanborið við valúrslitið, sigur toppskorarin í Fuglafirði.
Býráðið skal verða skipað fyri 1. januar, men í løtuni er líkt til, at Ólavur Larsen fer at lata tíðina ganga eitt sindur aftrat, áðrenn hann fer at boða til skipanarfund.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Hoyr samrøðu við Dáva Juul, borgarstjóra í Fuglafirði, sum eftir ætlan eisini skal vera borgarstjóri eftir 1. januar: