Væl nøgdur við HM-lutakast

bannari
Væl nøgdur við HM-lutakast
Claus Leth Mogensen, landsliðsvenjari hjá hondbóltskvinnunum, er væl nøgdur við, at Føroyar í HM-lutakastinum fingu Litava sum mótstøðulið í undandystunum.
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal í apríl spæla tveir undandystur ímóti Litava um at sleppa við til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi og Hollandi um eitt ár
Mynd: Kollektif  
 
15.12.2024 - 15:31

Føroysku hondbóltskvinnurnar, sum veruliga gjørdu vart við seg í innleiðandi bólki sínum í EM-endaspælinum, skulu í HM-undankappingini í apríl mánaði spæla tveir dystir ímóti Litava.

At kvinnurnar rukku 17. plássi við avrikinum í Basel, tryggjaði teimum pláss í ovara styrkibólkinum, so tær kundu sleppa undan at møta væl sterkari londum.

- Vit kundu fingið væl sterkari mótstøðulið enn Litava, so eg eri nøgdur, sigur Claus Leth Mogensen, ið nú fer at kanna mótstøðuliðið í fyrireikingunum til teir báðar undandystirnar í apríl.

Fyrri dysturin hjá Føroyum verður 9./10. apríl á heimavølli og seinni dysturin verður 12./13. apríl í Litava, og samlaði vinnarin sleppur við til HM-endaspælið í Týsklandi og Hollandi um eitt ár.

- Okkara kvinnur hava víst, at tær saktans kunnu spæla upp við væl sterkari mótstøðu, so vónirnar eru góðar. Vit mugu bara minnast til, at neyðugt er at gera sítt besta í tveimum dystum, sigur landsliðsvenjarin, ið gleðir seg at taka ímóti Litava í Tjarnum:

- Fáa spælararnir sama stuðul har frá yvir 3.000 føroyingum, sum teir fingu í Basel, verða Tjarnir ein ótrúliga góður karmur um fyrra undandystin hjá okkum á heimavølli.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Claus Leth Mogensen:

2024-12-15-Claus-Leth-Mogensen
 

HM-undandystirnir:
Sveis-Slovakia
Italia-Rumenia
Poland-Norðurmakedonia
Svøríki-Kosovo
Slovenia-Serbia
Portugal-Montenegro
Føroyar-Litava
Tjekkia-Ukraina
Kroatia-Spania
Eysturríki-Turkaland
Ísland-Ísrael
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763