Ætla framvegis at seta kanningarstjóra

Ætla framvegis at seta kanningarstjóra
Stundir hava ikki verið at orða arbeiðssetning til kanningarstjóran, sum skal kanna Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu
Ingilín D. Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna, tá staðfest var, at meiriluti var í tinginum fyri misáliti á hana.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.01.2025 - 18:00

Tað liggur enn í kortunum at seta ein kanningarstjóra at kanna málið, sum endaði við, at Ingilín D. Strøm mátti leggja frá sær sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum. 

Men áðrenn kanningarstjórin kann setast, má ein landsstýrismálanevndin skriva ein arbeiðssetning. 

 

Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært formanninum í landsstýrismálanevndin er kæran um Dennis Holm, landsstýrismann, sum nevndin viðger í løtuni, orsøkin til, at meirilutin í nevndini ikki hevur fingið stundir at orða arbeiðssetningin í málinum um fyrrverandi landsstýriskvinnuna. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

16012025_Ingilin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334