Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum ella heilivági

Skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum ella heilivági
Roynd er tikin av manninum
 
21.01.2025 - 08:25

Seinnapartin í gjár var ein bilur steðgaður í Hoyvík, tí hann koyrdi óstøðugt.

Bilførarin er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður, antin av rúsevnum ella heilivági.

Okkurt bendir á, at talan er um heilivág, men tað avger royndin, sum er tikin av manninum.

Í gjárkvøldið var ein annar bilførari tikin í Klaksvík fyri tað sama.

Men í hesum førinum er ábending um rúsevni. 

Eisini her verður bíðað eftir úrslitinum av royndini, sum var tikin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026