Trump: Ikki vist at USA fer at fíggja Nato

Trump: Ikki vist at USA fer at fíggja Nato
Í løtuni rindar USA umleið 16 prosent av árligu útreiðslunum hjá verjusamgonguni
Donald Trump, forseti, hevur skrivað undir fyriskipanir seinastu dagarnar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.01.2025 - 09:39

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki vísur í, at USA fer brúka pengar til Nato longur.

Tað segði hann við journalistar, tá ið hann í gjár skrivaði undir fyriskipanir í Ovala rúminum í Hvítu húsunum - sambært Sprotanum, eggrundu stovuni.

- Eg eri ikki vísur í, at vit skulu brúka nakað sum helst, men vit skulu heilt vist hjálpa teimum, segði hann sambært Reuters.

- Vit verja tey. Tey verja ikki okkum, legði Trump aftrat.

 

Fimm prosent av BTÚ

Hann endurtók eisini kravið um, at hinir 31 limirnir í verjusamgonguni skulu brúka fimm prosent av BTÚ til verju. Málið í dag er tvey prosent.

Tað var eisini boðskapurin, tá Trump helt røðu fyri World Economic Forum í Davos í Sveis, sum er í hesum døgum.

USA rindar 15,8 prosent av árligu útreiðslunum hjá Nato.

Tað svarar til okkurt um 25 milliardir krónur, og er størsti parturin saman við Týsklandi, vísir ein uppgerð frá í fjør.

Í 2023 brúkti USA 816,7 milliardir dollarar, 5.858 milliardir í okkara pengum, til verjuna. Tað er meira enn helvtin av samlaðu útreiðslunum hjá verjusamgonguni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201