Hondbóltur: Oddaliðini styrktu sína støðu

Hondbóltur: Oddaliðini styrktu sína støðu
Oddaliðini vunnu í dag og styrktu um sína støðu í bestu hondbóltsdeildunum hjá bæði kvinnum og monnum
Kvinnurnar hjá Kyndli hava vunnið allar sínar landskappingardystir higartil
 
26.01.2025 - 17:39

Oddaliðini í bestu hondbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum vunnu sínar dystir í dag og styrktu harvið um sína støðu. 

Hjá monnum fylgdust Neistin og Kyndil á Hálsi, til steðgurin nærkaðist og oddaliðið fór nøkur mál framum. Við Tobiasi Thisen, sum skoraði níggju, á odda fór Kyndil so líðandi undan og vann 26-19.

StÍF hevði stórar trupulleikar av Team Klaksvík á Skála, har tað var javnleikur, tá bert 12 minuttir vóru eftir. Strandingar strammaðu seg kortini upp, vunnu síðstu løtuna 5-2 og dystin 29-26. Sofus í Selvindi Nattestad skeyt seks mál fyri StÍF, meðan Beinir Johannesen var toppskjútti hjá Team Klaksvík við níggju málum.

Triðja dystin í Burn-deildini vann H71 sannførandi á KÍF. Kollfirðingar sóu gott út fyri viku síðan, tá teir vunnu á StÍF, men teir høvdu ongan kjans ímóti hoyvíkingum, sum vunnu 28-23. Brian Slyne gekk á odda við 10 málum fyri H71, meðan Fríði Weyhe skoraði seks ferðir fyri KÍF.

Sí støðuna í Burn-deildini her

 

H71 og VÍF kappast um 2. plássið

Hjá kvinnum hekk Neistin í Kyndli fyrstu løtuna, og hóast tær grønu síðan høvdu tamarhald á varð munurin ongantíð stórur í dystinum, sum endaði 25-22 til Kyndil, har Turið Arge Samuelsen enn einaferð gekk á odda við níggju málum.

Liðini, sum kappast um 2. plássið - VÍF og H71 - vunnu bæði greitt. Tó so, EB stríddist væl í Hoyvík, og munurin var bert tvey mál, tá smáir sjey minuttir vóru eftir, men tá fór H71 undan og vann 33- 25. Karin Egholm skeyt átta mál fyri heimaliðið, meðan Silja G. Eystberg skoraði 10 ferðir fyri EB.

VÍF vann heili 40 -17 í Vági. Agnas Funn og Fríða Nolsøe Olsen skutu níggju mál í part fyri vestmenningar, sum liggja á 2. plássi við 23 stigum saman við H71.

4. dystin í SMS-deildini vann StÍF 29-23 á Stjørnuni.

Sí støðuna í SMS-deildini her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635