Heimasíðan hjá fólkatinginum eisini á føroyskum og grønlendskum

Heimasíðan hjá fólkatinginum eisini á føroyskum og grønlendskum
Hóast tað nú ber til at lesa um Fólkatingið á føroyskum, so er tað tó bara ein lítil partur av heimasíðuni, sum er umsettur til føroyskt
Heimasíðan er nú eisini á føroyskum og grønlendskum.
 
03.02.2025 - 17:30

Fólkatingið almannakunngjørdi í dag eina føroyska og eina grønlendska útgávu av heimasíðuni hjá tinginum.

Tað byrjaði sum eitt ynski um at fáa meira tilfar á grønlendskum, men endaði við einari staðfesting av, at tá ein ríkisfelagsskapur er, er skilagott, at skrivligt tilfar er á øllum málum í ríkisfelagsskapinum.

 

Søren Væver.

 

Hóast tað nú ber til at lesa um Fólkatingið á føroyskum, so er tað tó bara ein lítil partur av heimasíðuni, sum er umsettur til føroyskt.

Tað viðgongur samskiftisstjórin í Fólkatinginum, Søren Væver.

Lóggávuarbeiðið í fólkatingssalinum er framvegis burturav á donskum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03022025_Folkatingid_og_heimasida

 

Eitt fólk hevur sitið við arbeiðnum at gera heimasíðuna seinastu 10 mánaðirnar. Hann hevur gjørt síðuna og skrivað tekstirnar, sum síðan er umsettur aðrastaðni enn í Fólkatinginum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319