Minesto vil hava føroyskar íleggjarar til sjóvarfalsdrekar

Minesto vil hava føroyskar íleggjarar til sjóvarfalsdrekar
Enn eru avmarkað ítøkilig úrslit at vísa á, men svenska fyritøkan ætlar at leingja royndarverkætlanina í Vestmannasundi fimm ár aftrat
Stór drekin hjá Minesto verður settur út aftur í Vestmannasund, so skjótt tað viðrar. (Savnsmynd)
 
04.02.2025 - 13:18

 Svenska fyritøkan Minesto vil hava føroyskar fyritøkur at gera íløgur fyri 30 milliónir evrur, 224 milliónir krónur, í eitt dótturfelag hjá Minesto, smápartafelagið Drekan, sum skal reka verkætlanina við sjóvarfalsdrekum í Føroyum.

Eftir ætlan skulu fleiri lundir við sjóvarfalsdrekum vera á fleiri firðum um landið.

Lundirnar skulu framleiða 200 MW av streymi í 2032. Tað svarar til umleið 40 prosent av streymnýtsluni á landi. 

Minesto hevur higartil bara avmarkað ítøkilig úrslit at vísa á við sjóvarfalsdrekunum.

Felagið hevur havt royndarloyvi í Vestmannasundi í fimm ár og hevur roynt seg við bæði minni og størri drekum.

 

Martin Edlund er stjóri í Minesto.

 

Tann stóri 1,2 MW drekin var settur út í Vestmannasundi í februar í fjør, men hann var tó bara virkin í fýra mánaðir, tá ið hann var tikin uppaftur. Ætlandi verður hann settur út aftur í Vestmannasund fyrsta dagin, tað viðrar.

Loyvið hjá Minesto fer úr gildi 28. februar, tað vil siga um góðar tríggjar vikur.

Arbeitt verður í samstarvi við SEV at gera nýggja umsókn at leingja royndarverkætlanina í Vestmannasundi fimm ár aftrat.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04032025_Minesto

 

Um føroyskar fyritøkur ella einstaklingar ikki koma við øllum pengunum, væntar Minesto, at útlendingar fara at seta pengar í verkætlanina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194