Viðurskifti við útheimin og innanhýsis stríð í Siumut seta dám á valstríðið

Viðurskifti við útheimin og innanhýsis stríð í Siumut seta dám á valstríðið
At formaðurin í Siumut vil seta ferð á sjálvstýristilgongdina í Grønlandi, er tekin um, at loysingarvongurin í flokkinum er styrknaður, heldur Gestur Hovgaard, professari
Erik Jensen er formaður í Siumut.
 
07.02.2025 - 13:46

Viðurskifti við útheimin og innanhýsis stríð í stjórnarflokkinum Siumut hava higartil sett dám á valstríðið í Grønlandi.

Tað sigur Gestur Hovgaard, ph.d. í samfelagsvísindum og professari á lærda háskúlanum í Nuuk.

 

Gestur Hoivgaard. 

 

At spurningurin um framtíðarstøðuna hjá Grønlandi í ríkisfelagsskapinum fyllir nógv í valstríðnum, sæst í tí stríðnum, sum hevur verið í Siumut seinastu dagarnar um grein 21 í Sjálvsstýrislógini.

At formaðurin í Siumut, Erik Jensen, vil hava sett ferð á sjálvstýristilgongdina í Grønlandi,  er tekin um, at víðgongdi loysingarvongurin í Siumut er styrknaður. 

Og tað merkir, at ein gjógv nú hómast, hvussu stjórnarflokkarnir - Siumut og IA - ætla at halda fram á fullveldiskósini, sigur Gestur Hovgaard.

Hoyr innslag i útvarpstíðindunum: 

 

07022025_Val_i_Gronlandi
 
 
 
Gestur Hovgaard var í Breddanum fyrrapartin.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817