Valnevndin í Oyndarfirði skrivar aftur krossar

Valnevndin í Oyndarfirði skrivar aftur krossar
Neyðugt er at skriva krossarnar av nýggjum, tí fyrru ferð var pappírið ikki tað rætta, og onkur skrivaði krossar niður á lærið á baksetrinum í einum politibili
Meldað var fyri valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði á kommunuvalinum í november. (Savnsmynd)
 
19.02.2025 - 10:02

Politiið kannar nú aftur hondskriftina hjá teimum í valnevndini í Oyndarfirði í sambandi við, at meldað er fyri valsvik.

Hetta er partur av kanningararbeiðinum í málinum, har meldað var fyri valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði á kommunuvalinum í november.

Tað var Jonhard Danielsen, sum meldaði fyri valsvik, tí ein atkvøða til hansara úr Oyndarfirði bleiv ógildað í fínteljingini, av tí at hon var ótýðilig.

 

Jonhard Danielsen. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Ikki rætt pappír

Politiið fekk í desember tey trý fólkini í valnevndini í Oyndarfirði at skriva krossar, sum ein skriftkønur í Danmark síðani skuldi kanna. Men pappírið var ikki tað rætta, og ein av limunum skrivaði krossar niður á lærið á baksetrinum í einum politibili.

Tilfarið kundi ikki brúkast, og tí skulu krossarnir setast av nýggjum á rætt pappír, við røttum undirlagi, so teknikararnir í Danmark kunnu kanna krossarnar av nýggjum, og á røttum grundarlagi.

Micael Boolsen, fúti, vil ikki gera viðmerkingar til málið, annað enn at slíkt kanningararbeiði ofta tekur tíð.

Bárður Árnason, formaður í lokalu valnevndini í Oyndarfirði, vil heldur ikki gera viðmerkingar til málið, annað enn, at hann er farin at troyttast av hesum málinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558