Gerðarrættur skal viðgera trætumál um Musikkskúlan

Gerðarrættur skal viðgera trætumál um Musikkskúlan
Av tí at eingin ábyrgd er staðfest, eru heldur ongar veruligar umvælingar gjørdar
Enn verður bara pjøssað sum frægast upp á Musikkskúlan í Havn, har klædningurin er í ringum standi, og tað lekur rættiliga illa.
 
25.02.2025 - 12:20

Enn verður bara pjøssað sum frægast upp á Musikkskúlan í Havn, har klædningurin er í ringum standi, og tað lekur rættiliga illa.

Eisini er ymiskt annað í ólagi, millum annað virkar høvuðsinngongin ikki. Tað hoyrist eisini væl millum undirvísingarhølini, sum er rættiliga óheppið á einum musikkskúla. Tað avmarkar eisini, hvussu skúlin kann brúkast.

Av tí at eingin ábyrgd er staðfest, eru heldur ongar veruligar umvælingar gjørdar enn.

 

Fyri gerðarrætt

Málið er lagt fyri ein gerðarrætt, sum skal hava eina kanning at taka støðu út frá, eitt sonevnt "syn og skøn". Men tað hevur tikið tíð at semjast um, hvat sýnsfólkini skuldu kanna.

Herfyri var semja funnin, og sýnsfólkini tilnevnd.

Magnus Dam, deildarleiðari, sigur, at sýnsarbeiðið varð gjørt 10., 11. og 12. februar. Nú fara partarnir at taka støðu til, um okkurt skal kannast aftrat ella ikki. Síðani er málið greitt at fara gerðarættin.

Tá niðurstøðan frá sýninum er endalig, kann farast undir at umvæla bygningin. Tá er spurningurin bara, hvør endar við rokningini, býráðið ella tey, sum hava havt ábyrgd av byggingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846