Tingfólk: Handlar hava ábyrgd av starvsfólkum undir 18 ár

Tingfólk: Handlar hava ábyrgd av starvsfólkum undir 18 ár
Limir í løgtingsins rættarnevnd vóru í Breddanum fyrrapartin og kjakaðust um støðuna, hvussu lætt tað er hjá ungum undir 18 ár at keypa snús í handlunum
Tað er lætt hjá ungum undir 18 ár at keypa snús í handlinum, hóast aldursmark er.
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
28.02.2025 - 13:41

Handlarnir hava ábyrgd fyri at hjálpa starvsfólkum undir 18 ár, hvussu tey skulu handfara støður, tá ið javnaldrar og onnur ung vilja keypa vørur, sum hava aldursmark.

Tað søgdu limir í rættarnevnd løgtingsins í Breddanum fyrrapartin.

Kjakast var um avdúkingina hjá Kringvarpinum, hvussu lætt tað er hjá børnum og ungum undir 18 ár at keypa snús í handlunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkium heldur, at handlarnir eiga at taka ábyrgd.

Kristianna Winther Poulsen í Javnaðarflokkinum heldur, at spurningur má setast við, um tað er rætt, at ungfólk arbeiða einsamøll í handlum. 

Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini og tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at talan er um trupult mál, tí ung hava brúk fyri arbeiði. Men handlarnir hava ábyrgd, staðfestir hon.

Eisini Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum ásannar, at handlar hava brúk fyri ungfólkum sum arbeiðsmegi, men hann heldur, at loysnin er okkurt slag av talgildum samleika, tá ið fólk keypa vørur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28022025_Logtingsfolk_og_snus

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595