Prísurin á Wegovy í USA lækkar meira enn eina helvt

Prísurin á Wegovy í USA lækkar meira enn eina helvt
Amerikanarar, sum ikki hava heilsutrygging, kunnu keypa heilivágin beinleiðis frá Novo Nordisk
Nú verður munandi bíligari hjá amerikanskum borgarum at keypa Wegovy.
 
05.03.2025 - 15:26

Heilivágsfyritøkan Novo Nordisk hevur gjørt av lækka prísin á Wegovy í USA meira enn eina helvt - úr 1.300 dollarum niður i 499 dollarar.

Wegovy fær fólk at lætna. 

Príslækkingin er meira enn fimm túsund krónur, skrivar Ritzau.

Novo Nordisk boðar frá, at fyritøkan hevur gjørt eina nýggja søluskipan. 

 

Kunnu keypa beinleiðis

Amerikanskir borgarar kunnu keypa Wegovy beinleiðis frá Novo Nordisk fyri 499 dollarar, 3.473 krónur um mánaðin.

Sostatt kunnu amerikanarar, sum ikki hava heilsutrygging, keypa heilivágin fyri lækkaða prísin. 

Fyri stuttum boðaði fyritøkan Eli Lilly, sum er kappingarneyti hjá Novo Nordisk, frá, at hon fer at herða kappingina um prísin á klænkiheilivági. 

Og síðst í februar lækkaði prísurin á Zepbound, sum er bíligasti heilivágur hjá Eli Lilly av hesum slagnum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233