Christian situr tryggur

Christian situr tryggur
Christian Andreasen fekk 29 atkvøður og John Eystberg tríggjar, so tí er forsetin síðstu 15 árini tryggjaður enn eitt fýra ára skeið í sessinum.
Christian Andreasen verður eisini næstu fýra árini foseti í FSF
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2025 - 14:52

Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum er á Hotel Hilton í Havn, gjørdist tað ikki so spennandi kortini, tá ið tvey valevni hesaferð vóru uppstillað til forsetasessin.

Avbjóðarin John Eystberg fekk bara tríggjar atkvøður, meðan sitandi forseti, Christian Andreasen, við 29 atkvøðum fekk dygga undirtøku, so hann eisini situr næstu fýra árini.

Christian Andreasen hevur verið forseti í FSF síðani í 2010, tá hann vann á Høgna í Stórustovu, sum aftur varð uppstillaður í 2017. Men MB, sum hevði stillað hann upp, tók uppstillingina aftur áðrenn aðalfundin.

Tá ið Christian Andreasen í 2010 gjørdist forseti, var hann ikki nakað óskrivað blað, tí hann hevði sitið í nevndini hjá Fótbóltssambandinum frá 1986 til 1988 og so aftur frá 2002 til 2004.

 

Fríðin fall

Val var eisini til starvsnevndina, har tað longu var greitt frammanundan, at Sólrun Hendriksdóttir Sørensen fór at koma í nevndina, tí sambært viðtøkunum hjá FSF skulu bæði kyn veljast í nevndina, og eftirsum eingin onnur kvinna stillaði upp, kom Sólrun Hendriksdóttir Sørensen í nevndina uttan atkvøðugreiðslu.

Størri spenningurin var um hinar báðar nevndarsessirnar, sum stóðu upp á spæl. Umframt verandi nevndarlimirnar Róin Schrøter og Fríðin Ziskason stillaði Jóannes Prestá eisini upp, og tað bleiv ein sera javnur dystur millum teir tríggjar. Tá avtornaði, hevði Jóannes Prestá fingið 21 atkvøður, Róin Schrøter 19 atkvøður og Fríðin Ziskason 17 atkvøður. Sostatt avloysir Jóannes Prestá nú Fríðin Ziskason í nevndini.

Øll feløgini á aðalfundinum høvdu tvær atkvøður í part, tí tey hava øll lið bæði í vaksnu- og ungdómsdeildunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Fríggjadag 30. mai
Morgunlestur fríggjadagur 30.mai 2025
192276
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469