Nýggj landsstýrisfólk tilnevnd klokkan 17

Nýggj landsstýrisfólk tilnevnd klokkan 17
Nú klokkan fimm fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at tilnevna nýggj landsstýrisfólk. Móttøkan, sum tó ikki er almenn, er í Tinganesi
Savnsmynd
 
10.03.2025 - 16:22

Tjóðveldi hevur gjørt eina rokadu í landsstýrinum, og tí verður móttøka nú klokkan fimm, har Aksel V. Johannesen løgmaður fer at tilnevna nýggj landsstýrisfólk.

Móttøkan, sum tó ikki er almenn, er í Tinganesi.

Jóhan Christiansen verður tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum fyri Dennis Holm, sum er farin aftur í tingið.

Eirikur í Jákupsstovu verður tilnevndur landsstýrismaður í almanna- og mentamálum. Hann hevur sitið sum varamaður á løgtingið síðani samgongan varð skipað í 2022. 

Og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, sum hevur umsitið almanna- og mentamál, fer nú at umsita uttanríkis- og vinnumál fyri Høgna Hoydal, sum fer aftur í løgtingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952