Bygdaleiðir vilja ikki brúka vegin innast á Skála fyrr enn hann er umvældur

Bygdaleiðir vilja ikki brúka vegin innast á Skála fyrr enn hann er umvældur
Gamli Skálavegurin er í so ringum standi, at Bygdaleiðir nokta at brúka innasta part av vegnum, fyrr enn hann er umvældur. Tað boðar Strandfaraskip Landsins frá á heimasíðuni
Mynd: Skálafólk á Facebook  
 
12.03.2025 - 07:43

Vanliga koyrir leið 440 hjá Bygdaleiðum, ið verður rópt Skálafjarðarleiðin, eftir gjøgnum alla Skála bygd eftir gamla Skálavegnum, tá leið 440 kemur av Selatrað og skal inn til Skálafjarðar og runt Skálafjørðin. 

Strandfaraskip landsins boða nú frá á heimasíðuni, at leið 440 í løtuni ikki koyrir eftir innasta partinum av Skálavegnum, men koyrir niðan og oman gjøgnum Skákið á Skála, ið er vegur, sum gongur framvið vøllinum. 

Orsøkin er heilt einføld hon, at Bygdaleiðir vilja ikki brúka vegin innast á Skála fyrr enn hann er umvældur.

SSL metir, at vegurin er í so ringum standi, at koyrandi er ikki eftir honum. 

 

Tað merkir, at leið 440 ikki koyrir gjøgnum norðasta part á Skála. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120