Lektari á verjuháskúla: "Russland ikki sinnað til vápnahvíld her og nú"

Lektari á verjuháskúla: "Russland ikki sinnað til vápnahvíld her og nú"
Hóast Ukraina og USA í gjár gjørdu semju um vápnahvíld í 30 dagar, er Russland ikki sinnað at gera tað sama, heldur Peter Viggo Jakobsen, lektari
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.03.2025 - 11:58

Peter Viggo Jakobsen, lektari við lærda verjuháskúlan í Keypmannahavn, roknar ikki við, at Russland er sinnað at gera eina vápnahvíld her og nú, eftir at Ukraina og USA í gjár gjørdu semju um vápnahvíld í 30 dagar.

Í gjár kom fram, at Ukraina hevur tikið undir við einum amerikanskum uppskoti um vápnahvíld í 30 dagar beinanvegin.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at bólturin liggur nú hjá Russlandi, um at fáa vápnahvíld í lag.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, sambært Reuters, at Russland fer ikki at góðtaka eina vápnahvíld, sum "setur lív í vanda".

Lavrov endurtekur eisini støðuna hjá Russlandi um, at landið undir ongum umstøðum fer at góðtaka, at NATO-hermenn skulu vera til staðar í Ukraina, um ein varandi friðaravtala verður gjørd.

 

Peter Viggo Jakobsen, lektari við lærda verjuháskúlan í Keypmannahavn, sigur í samrøðu við DR, at hann roknar ikki við, at Russland er áhugað í einari vápnahvíld her og nú.

Peter Viggo Jakobsen roknar við, at stríðið millum Russland og Ukraina endar við einari frystari ósemju, men at eingin beinleiðis friðaravtala verður millum londini bæði.

 

Peter_Viggo_Jakobsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961