Amerikanski varaforsetin fer til Grønlands

Amerikanski varaforsetin fer til Grønlands
JD Vance, amerikanskur varaforseti, boðar í kvøld frá, at hann fer til Grønlands fríggjadagin. Hann sigur eisini, at Danmark onki hevur lagt í Grønland
JD Vance, varaforseti í USA, boðar nú frá, at hann fer til Grønlands fríggjadagin
 
25.03.2025 - 20:41

Í kvøld kom ógvusligasta stigið higartil í amerikanska stríðnum um Grønland. Nú er amerikanska vitjanin í vikuskiftinum ein vitjan á hægsta stigi, hóast hvørki Grønland ella Danmark ynskja vitjanina. JD Vance, varaforseti, kemur eisini til Grønland.

Mette Fredriksen átalaði fyrr í dag USA fyri at bera seg óhøvisliga at við at senda Usha Vance, konu varaforsetan, Mike Waltz, serligan trygdarráðgeva, og Chris Wright, orkumálaráðharra, til Grønlands, beint meðan valstríð er til kommunuvalið og bein meðan Grønland er við at skipa stjórn.

Á miðlinum X boðar JD Vance frá, at hann fríggjadagin fer til Grønlands til konuna, og hann fer at hyggja, hvussu stendur til við trygdini í Grønlandi. Hann sigur eisini, at Danmark og aðrir amerikanskir forsetar leingi hava forsømt Grønland.

- Tað hevur verið skaðiligt fyri Grønland og fyri trygdina um allan heimin. Vit halda, at vit kunnu venda gongdini, so eg ætli mær har at kanna tað nærri, sigur JD Vance í filmsbrotinum á X. 

Fleiri danskir danskir greinarar halda hetta vera eitt ómetaliga ógvusligt stig, sum USA nú tekur. Enntá kallar onkur tað fyri eina "politiska herseting av Grønlandi".

Hvørki danska ella grønlendska stjórnin hava enn viðmerkt tíðindini um vitjanina hjá JD Vance, varaforseta.

Í Samband við at tað nú er greitt, at JD Vance kemur til Grønlands, hava amerikanarirnir avlýst alt virksemi í Nuuk og Sisimut, sum annars var planlagt. Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq. Amerikanska ferðaliðið skal heldur ikki longur hyggja eftir hundasletukappingini, Avannaata Qimussersua. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952