Sáttmáli gjørdur um røktarheimið við Stórubrekku

Sáttmáli gjørdur um røktarheimið við Stórubrekku
Articon skal byggja heimið, sum eftir ætlan skal verða liðugt í seinnu helvt av 2027
Elsa Berg, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, tá skrivað var undir sáttmálan um røktarheimið við Stórubrekku.
 
03.04.2025 - 14:39

Fyrrapartin skrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um nýggja røktarheimið við Stórubrekku. 

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi í farnu viku at taka undir við arbeiðstøkusáttmála, við einum samlaðum tilboði frá Articon uppá 296 milliónir krónur u/mvg. 

Eisini skrivaði kommunan undir sáttmála við Ráð um byggiharraráðgeving og -leiðslu. 

 

 

Í røktarheiminum við Stórubrekku vera 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør.

Mett byggitíð er tvey ár og átta mánaðir. Arbeiðið skal eftir ætlan byrja í vár, og verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027, skrivar Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595