Forkvinnan í Tjóðveldi: Hetta snýr seg ikki um persónar

Forkvinnan í Tjóðveldi: Hetta snýr seg ikki um persónar
Høgni Hoydal hevur tikið sæti í fleiri løgtingsnevnumnevndum, meðan Liljan Weihe ikki longur er umboðað í uttanlandsnevndini og útnorðurráðnum
Sirið Stenberg er forkvinna í Tjóðveldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.04.2025 - 12:54

- Hetta snýr seg ikki um persónar, men um broytingar, sum eru gjørdar, tí flokkurin hevur umskipað landsstýrissessirnar. 

Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, nú flokkurin hevur valt limir í løgtingsnevndir av nýggjum.

Høgni Hoydal hevur tikið sæti í fleiri nevndum, . m.a. í uttanlandsnevndini, meðan Liljan Weihe ikki longur er umboðað í uttanlandsnevndini og utnorðurráðnum. 

Sirið Stenberg vísir aftur, at Liljan Weihe hevur mist nevndarsessirnar fyri sína støðu í málinum um misálitið á Ingilín Strøm og í øðrum málum.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, verður nú eisini limur í útnorðurráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Liljan Weihe hevur mist nevndarsessir. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samstundis hevur Bjørt Samuelsen, sum er løgtingsforkvinna, fingið nevndarsess.

Sjálv heldur Bjørt Samuelsen ikki, at tað er nakar trupulleiki at sameina leiklutin sum løgtingsforkvinna í við ein virknan sess í utnorðurráðnum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11042025_Tjodveldi_og_nevndir

 

Liljan Weihe hevur onga viðmerking til málið. 


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334