Fyri 230 milliónir krónur minni fyri olju

Fyri 230 milliónir krónur minni fyri olju
Oljan er vorðin bíligari hetta seinasta árið 
Sama, hvat hon kostar, dálkar olja líka illa.
 
20.04.2025 - 16:26

Oljan er vorðin bíligari hetta seinasta árið. 

Tað sæst í innflutningstølunum hjá Hagstovuni.

Frá mars 2023 til februar 2024 vóru brennievni og aðrar oljur innflutt fyri eina milliard og 765,6 milliónir krónur.

Frá mars í fjør til februar í ár var innflutningurin 231,2 milliónir minni.

Minkingin er 13,1 prosent.

Men tól, sum brúka brennievni, eru eisini minkað nógv í innflutningstølunum.

Frá mars 2023 til februar í 2024 vóru innflutt maskinur, motorar, skip og akfør fyri góðar tríggjar milliardir krónur.

Frá mars í fjør til mars í ár er tann innflutningurin slaka hálva milliard krónur, 16,1 prosent, minni.

Oljan verður nú innflutt úr Noregi og ikki úr Niðurlondum sum fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952