Ikki pláss fyri einum túri aftrat á Nólsoyarleiðini

Ikki pláss fyri einum túri aftrat á Nólsoyarleiðini
Hvílitíð, arbeiðstíð og trygd forða fyri hesum, men møguleiki er at flyta onkran túr, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum
Nólsoyingar vilja hava ein túr aftrat um dagin, og hann skal vera klokkan átta á kvøldi úr Havn.
 
05.05.2025 - 08:28

Sum ferðaætlanin er nú, er ikki pláss fyri einum túri av Havnini til Nólsoyar klokkan átta um kvøldið.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Karlot Hergeirsson, løgtingsmann.

Fólk í Nólsoy vilja fegin hava ein túr aftrat. Og hann skal vera av Havnini klokkan 20.00.

Pengar eru í fíggjarlógini í ár til ein dagligan túr afturat, sigur Karlot Hergeirsson.

Jóhan Christiansen svarar, at Strandfaraskip landsins hava gjørt greiningar.

 

Flyta onkran túr

Niðurstøðan er, at ikki ber til við verandi ferðaætlan at leggja ein túr inn kl. 20.00.

Tí forða ásetingar um hvílitíð, arbeiðstíð og trygd fyri. 

Ein møguleiki er at flyta onkran túr.

Hetta krevur neyvt samskifti við nólsoyingar, so broytingarnar ikki elva til aðrar avbjóðingar fyri tey, sum brúka leiðina.

Strandfaraskip landsins fara í næstum at biðja um fund við staðbundnu nevndina í Nólsoy, sigur Jóhan Christiansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025