Fleiri deildir í H-bygninginum verða klárar í juni

Fleiri deildir í H-bygninginum verða klárar í juni
Landsverk hevur gjørt nýggja tíðarætlan fyri nýggja bygningin á landssjúkrahúsinum. Tá skal alt vera klárt at flyta inn í, uttan psykiatriski depilin.
Loksins røkist fyri at tað mesta av H-bygninginum verður tikið í nýtslu.
 
08.05.2025 - 19:40

Tað hevur gingið ógvuliga seint fyri seg at fáa allan tann nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.

Nógvir trupulleikar hava verið av nýggja bygninginum, sum ikki bara er seinkaður, hann er eisini nógv dýrkaður. Nú er tað tó mest seinkingin, sum voldir høvuðbrýggj, tí nýggi bygningurin, sum eftir ætlan skuldi vera liðugur á vári 2021, er ikki liðugur enn. Í løtuni er virksemi í umleið helvtini av bygninginum. 

Fyrstu sjúklingarnir fluttu inn í bygningin í 2023, men sambært nýggju tíðarætlanini hjá Landsverki, sum Súsanna Bertholdsen, landsstýriskavinna, fekk frá Landsverki í gjár, skal H-bygningurin vera liðugur og klárur at flyta inn í 9. juni. Sambært Sigurði Ólasyni Vang, deildarleiðara á verkætlanardeildini hjá Landsverki, skulu nakrar tillagingar gerast, so allur bygningurin kann takast í brúk og ikki bara gott helvtin sum nú.

Tó er ikki greitt júst nær psykiatriski depilin kann flyta inn. Har skulu gerast onkrar tillagingar, sigur Sigurð Ólason Vang.

 

Trýst á leinkið niðanfyri fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.00:

1742474

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345