Vanligir borgarar trýstu landbúnaðarpolitikkin móti størri sjálvbjargni

Vanligir borgarar trýstu landbúnaðarpolitikkin móti størri sjálvbjargni
"Sivilsamfelagið gjørdi sína ávirkan galdandi, tá nýggi landbúnaðarpolitikkurin bleiv samtyktur í løgtinginum herfyri," sigur Elisabeth Skarðhamar Olsen, samfelagsfrøðingur
Mynd: úr Spískamarinum  
 
08.05.2025 - 13:54

Tá løgtingið herfyri samtykti ein nýggja landbúnaðarpolitikk, so sást fingramerkið hjá vanligum borgarum týðuliga aftur í politikkinum. 

Tað heldur Elisabeth Skarðhamar Olsen, samfelagsfrøðingur og ph.d.lesandi.

"Vanlig fólk hava skapt ein røslu móti størri sjálvbjargni, tá tað kemur til landbúnað og matvøruframleiðslu, og tað sæst aftur í nýggja landbúnaðarpolitikkinum. Sivilsamfelagið gjørdi sína ávirkan galdandi."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Mugu gerast meira sjálvbjargin

Andrass Holm Arge, deildarleiðari á Búnaðarstovuni, heldur, at málið má vera sjálvbjargni. 

"Neyðugt er við fleiri átøkum - bæði frá kommunum og landinum -, so føroyska samfelagið kann gerast meira sjálvbjargi - eisini tá tað snýr seg um framleiðslu av grønmeti," sigur hann. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum, er samd. 

"Stuðul er settur inn í nýggja landbúnaðarpolitikkin, sum er samtyktur, soleiðis at føroyskt framleitt grønmeti kann kappast við útlendskar vørur." 


Mynd: Úr sendingini Spískamarið

 

Landbúnaður og sjálvbjargni í Breddanum

Vit hoyrdu brot úr Breddanum, sum bleiv sendur fyrrapartin. 

Breddin kann hoyrast á heimasíðu okkara, kvf.fo.

 

Hvat: Breddin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týs-, hós- og fríggjadag kl. 10, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115