Trygdarpolitiskur toppfundur í Tinganesi

Trygdarpolitiskur toppfundur í Tinganesi
Danska forsætismálaráðið hevur í dag boðað frá, at í morgin verður trygdarpolitiskur toppfundur í Tinganesi millum Danmark, Grønland, Føroyar, Ísland og Noreg
Savnsmynd
 
11.05.2025 - 20:29

Eitt danskt hernaðarflogar lendir í Vágum í morgin klokkan 8.50, og har eru eftir øllum at døma Mette Fredriksen, danskur forsætisráðharri, og grønlendski formaðurin fyri Naalakkersuisut, Jens Fredrik Nielsen, við umborð.

Endamálið við ferðini er at hava ein trygdarpolitiskan fund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharra í Íslandi, saman við norska forsætisráðharranum, Jonas Geir Sthøre, sum verður við umvegis netið.

Tað er danska forsætismálaráðið, sum hevur sent tíðindaskriv út um fundin. Men tey siga, at fundurin verður hildin uttan tíðindafólk, og at tey ætla ikki, at tíðindafólk skulu sleppa at seta spurningar eftir fundin.

 

Savna og sameinast um trydarpolitikkin

Løgmansskrivstovan hevur enn ikki verið til at fáa fatur á, so tey kunnu viðmerkja, hvat føroyska endamálið er við fundinum. Tó hevur løgmansskrivstovan eisini skrivað á heimasíðu síni um fundin.

Har stendur, at endamálið við fundinum er at umrøða trygd í Norðuratlantshavi og Arktis

“Vit hava skyldu til at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Fundurin í morgin er eitt gylt høvi hjá londunum í Norðuratlantshavi og Arktis at savnast og sameinast um trygdarpolitisk viðurskifti í okkara øki. Tíðin krevur,at vit alsamt økja um samskiftið og samstarvið. Tí fegnist eg um, at tað ber til at halda fundin í Føroyum og gleði meg at bjóða teimum vælkomnum í morgin,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi um fundin. 

Umframt stjórnarfundin fer løgmaður eisini at hava fundir við ávikavist danska forsætisráðharran og nýggja grønlendska landsstýrisformannin hvør sær.

 

Tey, sum luttaka á fundinum í morgin, eru: 
Aksel V. Johannesen, løgmaður, 
Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, 
Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, 
Kristrún Frostadóttir, íslendskur forsætisráðharri
Jonas Gahr-Støre, norskur forsætisráðharri, sum luttekur talgilt. 

 

Danska forsætismálaráðið hevur eisini sent tíðindaskriv út um fundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Sunnudag 8. februar
Bolero
203894
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854