Eurovision endabresturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni

Eurovision endabresturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni
Tórshavnar kommuna skipar fyri tiltakinum, sum byrjar kl. 20:00 í kvøld
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, Eurovision 2025
Mynd: Savnsmynd  
 
17.05.2025 - 16:17

Eurovision endabresturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni.

Kl. 20:00 í kvøld fer Tórshavnar kommuna at vísa Eurovision finaluna á stórskíggja í Vágsbotni.

Á heimasíðuni hjá kommununi stendur, at "kommunan vónar at fólk taka undir við tiltakinum og soleiðis stuðla føroysku songkvinnuni, ið hevur leitt Danmark til finaluna fyri fyrstu ferð í fimm ár".

Vit kunnu leggja afturat, at sjónvarpið eisini sendur finaluna beinleiðis, og tað verður Gunnar Nolsøe sum leiðir tykkum gjøgnum sendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026