Løgmaður á fund við norðurlendsku stjórnarleiðararnar

Løgmaður á fund við norðurlendsku stjórnarleiðararnar
Aksel V. Johannesen fær høvi at hitta nýggja týska samveldiskanslarin, Friedrich Merz, tí hann er gestarøðari á fundinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2025 - 07:49

Í dag verður løgmaður við á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum.

Fundurin er í Turku í Finnlandi.

Millum málini á skránni eru trygd og tilbúgving.

Kappingarførið hjá londunum um okkara leiðir verður eisini viðgjørt. 

Tí eru fólk úr Vinnuhúsinum farin við til Finnlands.

Løgmaður fær høvi at hitta nýggja týska samveldiskanslarin, Friedrich Merz, tí hann er gestarøðari á fundinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609