
- Tíðindi, mentan og ítróttur
RagnarRokk: Fleiri óvæntað nøvn á Copenhell-skránni í ár

Í døgunum frá 18. til 21. juni verður stóri tungmálmsfestivalurin Copenhell á Refshaleoynni í Keypmannahavn.
Copenhell varð fyrstu ferð fyriskipaður í 2010, tá byrjað varð við tveimum døgum, fríggjadag og leygardag, tveimum pallum, Helviti og Hades, og 8.000 vitjandi.
Síðani er festivalurin støðugt vaksin, og í dag fevnir Copenhell um fýra dagar, mikudag til leygardag, fýra pallar, Helviti, Hades, Pandæmonium og Gehenna, og talið á vitjandi er um 35.000.
Ragnar A. Jacobsen, ið ger sendingina RagnarRokk, og Michael Poulsen, sangari og oddamaður í danska rokkbólkinum Volbeat
Ragnarrokk á Copenhell
Rokk- og tungmálmssendingin í Kringvarpi Føroya, Ragnarrokk, sum verður sent hvørt hóskvøld, hevur seinastu árini verið til Copenhell, har Ragnar A. Jacobsen hevur tosað við fleiri av heimsstjørnunum, ið hava vitjað festivalin.
Ragnarrokk verður aftur á Copenhell í ár, og í hesum sambandi er Jeppe Nissen, tónleikastjóri í Copenhell, gestur í sendingini í kvøld klokkan 21, har ársins Copenhell-skrá verður umrødd.
Av nøvnunum, sum eru á skránni, kunnu nevnast Billy Idol, Slipknot, Dream Theater, King Diamond, In Flames, The Cult, Within Temptation, Exodus, Bullet For My Valentine og Dizzy Mizz Lizzy bert fyri at nevna nøkur av teimum 70 nøvnunum, sum vera at hoyra á ársins Copenhell.
Atfinningar og óvæntað nøvn
Eitt sindur av atfinningum hava verið um, at konsertirnar hjá bólkum sum Soulfly og Dream Theater eru óvanliga tíðliga um dagin. Báðir bólkarnir spæla fríggjadagin 20. juni, Soulfly klokkan 13:30 og Dream Theater klokkan 16:00.
Men tað er ein natúrlig orsøk til, at hesir bólkarnir spæla so tíðliga, greiðir Jeppe Nissen, tónleikastjóri í Copenhell, frá í sendingini í kvøld.
Hann verður eisini spurdur, hvussu tað ber til, at nøvn sum bretski elektroniski bólkurin The Prodigy og rokkbólkurin Skunk Anansie eru á skránni í ár. Hetta eru ikki nøvn, ið ein væntar at uppliva á Copenhell.
Jeppe Nissen ásannar, at hann var ikki heilt álvuligur, tá ið hann bókaði elektroniska bólkin.
Hví, kanst tú hoyra í sendingini í kvøld.
Ragnar A. Jacobsen, vertur í RagnarRokki, ger samrøðu við Wolf Hoffmann úr legendariska týska bólkinum Accept
Óviss og bjørt framtíð
Framtíðin hjá Copenhell á Refshaleoynni í Keypmannahavn er eitt sindur óviss, og núverandi leigumál gongur út í 2027.
Hóast hetta sær Jeppe Nissen, tónleikastjóri og talsfólk fyri festivalin, ljóst upp á framtíðina.
Alt hetta og meira fært tú meira at vita um í RagnarRokki í kvøld.
Hvat: RagnarRokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Sí eisini: RagnarRokk á Facebook