Skuldsettur fyri ikki at hava ávaringarskipanina tendraða

Skuldsettur fyri ikki at hava ávaringarskipanina tendraða
Skiparin var ikki á vakt, tá farmaskipið, NCL Salten, sigldi upp á land í Tróndheimi, men hann hevur endaligu ábyrgdina, sigur norska løgreglan
Skipið stóð á turrum í fleiri dagar, áðrenn tað eydnaðist at toga tað av aftur.
Mynd: NRK  
 
04.06.2025 - 08:18

Niðurlendski skiparin á kypriska farmaskipinum, NCL Salten, sum 22. mai næstan sigldi inn í sovikamarið hjá einum norskum manni á Byneset í Tróndheimi, verður nú av norsku løgregluni skuldsettur fyri, at ávaringarskipanin á brúnni ikki var tendrað.

Tað skrivar norska kringvarpið, NRK.

Løgreglan avhoyrdi skiparan mánakvøldið, og út frá øllum avhoyringum og prógvum heldur løgreglan seg hava fingið vissu fyri, at ávaringarskipanin á brúnni ikki var tendrað, og løgreglan heldur seg eisini hava fingið prógv fyri, at skiparin, ein 60 ára gamal niðurlendingur, sjálvur var á vakt, tá skipið byrjaði túrin á Averrøy beint fyri midnátt.

Sambært løgregluni er tað skiparin, sum hevur endaligu ábyrgdina, og tað er brot á góðan sjómansskap ikki at hava ávaringarskipanina tendraða, sigur norska løgreglan sambært NRK.

Skiparin var ikki sjálvur á vakt, tá skipið fór á land. Tá var stýrimaðurin á vakt, men hann var sovnaður. Skiparin noktar seg sekan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952