Fleiri fráboðanir um barnapornografi og kynsligt samband við børn

Fleiri fráboðanir um barnapornografi og kynsligt samband við børn
Fráboðanirnar um kynslig brotsverk eru vaksandi í Føroyum. Tað vísa hagtølini hjá Føroya Politi fyri 2024.
 
10.06.2025 - 19:05

Fráboðanirnar um kynslig brotsverk eru vaksandi í Føroyum. Tað vísa hagtølini hjá Føroya Politi fyri 2024. Serliga tann bólkurin av fráboðanum, sum eitur barnapornografi og kynsligt samband við barn undir 15 ár, er voksin sera nógv. Úr 13 í 2020 og upp til 109 fráboðanir í 2024. Michael Boolsen, fúti, sigur í frágreiðingini, at tað kann benda á, at myrkatøl hava verið á økinum áður. og at tað kann vera ein av orsøkunum til, at fráboðanirnar eru vaksnar úr 13 í 2020 til 109 fráboðanir í 2024. Danska fólkatingið samtykti 27. mai í ár ein pakka av lógarbroytingum í donsku revsilógini, sum skulu styrkja arbeiði hjá politinum í tílíkum málum. Tað umfatar millum annað eina herðing fyri at hava barnapornografiskt tilfar, sum er skapt av vitlíki, um hendi. Men í Føroyum er tað ikki ólógligt.

 

 

1748151

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961