Kommunur skulu hava ferðavinnuætlan á nýggjárinum

Kommunur skulu hava ferðavinnuætlan á nýggjárinum
Kunngerðin um tað kom í gildi hósdagin
Kommurnar skula nú skipa ferðavinnuna.
 
23.06.2025 - 06:51

Allar kommunur skulu nú gera eina ferðavinnuætlan í seinasta lagi 31. desember í ár.

Kunngerðin um tað kom í gildi hósdagin.

Endamálið við kommunalari ferðavinnuætlan er at menna og fyriskipa ferðavinnuna, so hon sum minst ger seg inn á náttúru, djóralív, heimafólkið, mentan og mentanararv.

Ferðavinnuætlanin skal tryggja fyrilit fyri náttúruligum, jarðfrøðiligum, mentanarligum og søguligum virðum og tilfeingi.

Hon skal menna trivnað, mentan og vinnumøguleikar á staðnum og órógva landbúnað og annað virksemi sum minst.

Kunngerðin hevur eisini ásetingar um avmarkingar.

Tær kunnu vera mest loyvda ferðafólkatal, mesta tal av bilum og bussum, ásetingar um parkering, forboð fyri handilsligari ferðavinnu ávísar dagar ella ávísa tíð í samdøgrinum.

Handilslig ferðavina

Kunngerðin er eisini um avtalur, sum kommunur gera um handilsliga ferðavinnu.

Har stendur, at ikki er loyvt at krevja, at ferðafólk, fyri at fáa atgongd at ávísum øki, skulu gjalda fyri eina tænastuveiting.

Og tað er bannað at taka gjald fyri atgongd at lendi.

Hetta eru meginreglurnar.

Undntøk eru frá teimum.

Sambært teimum er loyvt at krevja pengar fyri tænastur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558