Poula skal stýra ítróttinum á oyggjaleikunum í Føroyum

bannari
Poula skal stýra ítróttinum á oyggjaleikunum í Føroyum
Poula Michelsen úr Havn skal standa á odda fyri ítróttaliga partinum av oyggjaleikunum í Føroyum, sum verða á sumri í 2027
Poula Michelsen (t.v.) og Solby Christiansdóttir standa á odda fyri oyggjaleikunum í Føroyum í 2027
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
08.07.2025 - 10:25

Poula Michelsen úr Havn verður ítróttafyriskipari á Betri Oyggjaleikum, sum verða í Føroyum í 2027. Tað vil siga, at hon fer at standa á odda fyri ítróttaliga partinum av leikunum, og saman við teimum 14 sambondunum fer hon at syrgja fyri, at allar kappingarnar verða væl avgreiddar undir bestu umstøðum og eftir galdandi reglum.

 - Eg eri fegin og takksom fyri møguleikan og gleði meg at samstarva við tey mongu dugnaligu fólkini, sum fram til Betri Oyggjaleikirnar fara at standa saman um hesa týdningarmiklu uppgávu. Tað er sera gleðiligt, at Føroyar aftur sleppa at verða vertir, tí tað fer at geva okkara ítróttafelagsskapum ógloymandi upplivingar. Hetta er eisini ein góður møguleiki at prógva okkum sum eina nútímans og vælskipaða ítróttatjóð, sigur 49 ára gamla Poula Michelsen, sum er útbúgvin marknaðarføringsøkonomur, HD í organisatión og leiðslu og MA í lóg og hevur arbeitt við marknaðarføring, leiðslu og samskipan síðani 2006.

 

Størsta tiltak í Føroyum

Betri Oyggjaleikir verða størsta tiltak í Føroyum higartil, har á leið 2500 íðkarar úr 24 oyggjasamfeløgum skulu kappast í 14 ítróttagreinum. Afturat ítróttinum eru ein ørgrynna av øðrum uppgávum, sum skulu loysast. Alt frá gisting til tilbúgving og frá sjálvbodnum til setan og endahátíð.

Saman við oyggjaleikasamskiparanum Solby Christiansdóttir fer Poula Michelsen aftur at ítróttinum eisini at arbeiða við onkrum av hesum uppgávunum.

- Poula Michelsen hevur drúgvar royndir við bæði leiðslu, samskipan, marknaðarføring, samskifti og øðrum, sum Betri Oyggjaleikir nú fáa ágóðan av. Eg gleðist um, at vit hava fingið eitt knasandi dugnaligt fólk upp í toymið, og eg ivist onga løtu í, at við Poulu á odda eru allar ítróttagreinarnar í sera góðum hondum, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari.

Starvið sum ítróttafyriskipari er 0,4 fram til ársskiftið, og frá 1. januar 2026 er starvið fulla tíð. Poula Michelsen tekur við starvinum 1. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762