Landsstýrið: Melkart-2 er vælkomin

Landsstýrið: Melkart-2 er vælkomin
Klaksvíkar havn spurdi seg fyri hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, nú Melkart-2 er á veg á Klaksvík. Skipið er vælkomið, vóru boðini, og løgmaður hevur onki at leggja afturat
Melkart-2 er vælkomin til Føroya, eru boðini
Mynd: Murman Seafood  
 
14.07.2025 - 13:35

Hann kemur á Klaksvík í morgin at gera klárt at fara til fiskiskap í Føroyskum øki.

Hann er bannaður í ES og í Noreg. Og tað er eisini bannað í ES og í Noreg at samstarva við eigaran, Murman Seafood. Øll peningaviðurskifti við eigaran skulu frystast, eru greiðu boðini.


Vælkomin til Føroya
Í Føroyum er Melkart-2 tó vælkomin. Boðini til Klaksvíkar havn vóru greið, og løgmaður sigur við Kringvarpið gjøgnum eitt embætisfólk, at "Løgmaður hevur ikki meira at leggja aftrat í løtuni".

ES og Noreg hava bannað atgongd fyri øll skip hjá Murman Seafood, eisini Melkart-2. Grundgevingin er, at skipini eru til vanda fyri tjóðartrygdina. Tey eru beinleiðis knýtt at russiska statinum og arbeiða við njósnaravirksemi og møguligum yvirgangsvirksemi, eru boðini.


Eftir ólavsøku
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, ætlar sær at viðgera málið politisk eftir ólavsøku og kanna, um møgulig lógarbroyting skal til, so reglurnar fyri russisk skip í Føroyum kunnu broytast. Tí boðaði hon frá í síðstu viku.

Sólvit Noløse úr Framsókn, sum er limur í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, segði í síðstu viku, at hann vónaði, at landsstýrið fór at taka avgerð áðrenn nakað av hesum skipunum kom til Føroya.

Tó eru boðini úr Tinganesi framvegis, at tey onki nýtt hava at leggja afturat hesum málinum.

Føroyskir myndugleikar hava annars fleiri ferðir boðað frá, at teir fylgja somu tiltøkum ímóti Russum, sum ES og Noreg.

 

LES EISINI:

Melkart-2 er á veg á Klaksvík

Murman Seafood: Søgurnar eru allar íspunnar

Vinmaður Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Fyrrverandi føroysk skip á svartalista

Uttanlandsnevndarlilmir: Skipini mugu bannast

Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Norskir myndugleikar: Skipini njósnast

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Eru bannað í Noreg og ES og hava fiskiloyvi í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459