Grønland samskiftir við seks Nato-lond um verju

Grønland samskiftir við seks Nato-lond um verju
Stjórnin í Grønlandi ger greitt, at Grønland í alla framtíð verður partur av vesturlendsku verjusamgonguni
Jens-Frederik Nielsen er landsstýrisformaður í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
12.01.2026 - 15:32

Grønlendska stjórnin hevur samskifti við seks Nato-lond um verjuna av Grønlandi. 

Tað sigur grønlendska landsstýrið - Naalakkersuisut - í tíðindaskrivi seinnapartin.

- USA hevur endurtikið sítt ynski um at yvirtaka Grønland. Tað kann landsstýrissamgongan í Grønlandi á ongan hátt góðtaka, verður sagt í tíðindaskrivinum. 

Í síðstu viku kom ein felags yvirlýsing frá Fraklandi, Týsklandi, Itala, Póllandi, Spania og Stórabretlandi um stuðul til Grønland. Og tað er júst ta yvirlýsingina, víst verður til í tíðindaskrivinum frá grønlendsku stjórnini.

- Við støði í tí sera positivu útsøgnini frá teimum seks Nato-londunum, vil Naalakkersuisut arbeiða fyri, at verjan av Grønlandi verður styrkt í Nato.

- Øll limalondini, eisini USA, hava ein felags áhuga í at verja Grønland, og landsstýrisamgongan í Grønlandi vil tí saman við Danmark arbeiða fyri, at samskiftið og menningin av verjuni í Grønlandi fer fram í NATO-samstarvinum, skrivar Naalakkersuisut í tíðindaskrivinum.

- Stjórnin í Grønlandi ger greitt, at Grønland í alla framtíð verður partur av vesturlendsku verjusamgonguni.

Uttanríkisráðharrarnir í Grønlandi og Danmark, Vivian Motzfeldt og Lars Løkke Rasmussen, skulu mikudagin hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, í Washington D.C.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751