Føroyar hava vunnið oyggjaleikirnar

bannari
Føroyar hava vunnið oyggjaleikirnar
Fyri fyrstu ferð síðan 2009 í Álandi og fyri bert aðru ferð í alt hava Føroyar vunnið oyggjaleikirnar. Føroyski íðkararnir vunnu ikki minni enn 41 gullmedaljur
Síðan setanina hevur tað bert gingið uppeftir og frameftir hjá føroysku íðkarunum, sum kunnu kalla seg teir bestu á oyggjaleikunum
Mynd: Dánial Olsen  
 
18.07.2025 - 16:52

Fyri fyrstu ferð síðan 2009 hava Føroyar vunnið oyggjaleikirnar.

Við heili 41 gullmedaljum liggja føroysku íðkararnir ovast á heiðurmerkjatalvuni, nú leikirnir í Orknoyggjum eru lidnir, og bert annar sigurin í 40 ára gomlu søguni hjá serstøku leikunum er veruleiki.

Jersey, sum hevur vunnið leikirnar fleiri ferðir, mátti taka til takar við silvurinum við 29 gullheiðursmerkjum, meðan Isle of Man endaði á 3. plássi.

 

Fimleikurin vann mest

Sum vænta frammanundan, var tað til fyrimuns fyri Føroyar, at fimleikurin aftur var við á oyggjaleikunum.

Føroyska fimleikaliðið, sum kappasðist í Stromness Academy, vann heili 15 gull, átta silvur og seks bronsur. Mia Højgaard gjørdi eitt ordans hál við seks sigrum.

Størri ivi knýtti seg at bogasskjúttunum, sum kortini ætlaðu sær at vinna í Orknoyggjum. Anja Eydnudóttir var við aftur, og hon vann fýra gull og eina silvur. Eisini Nikkel Petersen kláraði seg væl. Hann vann fýra kappingar.

 


Føroyskur fimleikur var aftur á oyggjaleikunum í stórum stíli. Her er tað Marin Danielsen, sum vann gull í einstaklingakappingini á gólvi (Mynd: Dánial Olsen)

 

Nowacki bremsaði føroyingunum í hylinum

Sum altíð, vann svimjing nógv. Sjey gull komu til høldar - millum annað vann Líggjas Joensen 400, 800 og 1500 metur frísvimjing - men tað kundi verið uppaftur betri, um 17 ára gamli Filip Nowacki úr Jersey ikki hevði luttikið.

Unglingin er kanska størsta ítróttatalentið úr Jersey higartil, og hann vann ikki minni enn átta gull. Tað gekk serliga útyvir ein annars væl svimjandi Bartal E. Eidesgaard, sum mátti taka til takkar við sjey silvurmedaljum og einari tveimum bronsum.

 

Badminton í øllum finalunum

Føroyskt badminton hevur tikið seg fram við fullari ferð. Tað kom týðiliga til sjóndar á Orknoyggjum, har føroyingarnir stillaðu við størstu breiddini og vóru í øllum finalunum.

Tá Rúni Øster vann finaluna í einmansleiki ímóti grønlendska Toke Driefter var tað fyrstu ferð, at Føroyar hava vunnið harrafinaluna á oyggjaleikum, og í blandaðum tvímansleiki vóru bæði pørini føroysk.

Einasta finalan, sum badminton ikki megnaði at vinna, var liðdysturin ímóti Grønlandi, sum endaði við 3-2 tapi.

 


Rúni Øster gjørdist fyrsti føroyingurin, sum hevur vunnið finaluna í einmansleiki við monnum á oyggjaleikum. Føroyar vóru í øllum finalunum í Picky-høllini (Mynd: Dánial Olsen)

 

Jarnkvinna á súkkluni og søguligt langteinagull

Skjótu rennararnir fóru avstað við uppmerkseminum í Guernsey, og Jónas G. Isaksen (400m), Maria Biskopstø (400m rimarenning) og Tórur Mortensen (logarlop) vunnu eisini gull hesa ferð, men føroysk langteinarenning kom afturíaftur við søguligum gulli í hálvum maraton. 

Julian Gregersen fekk bronsu og Rógvi Kárason endaði nummar fimm, og tað var nóg mikið til at vinna liðkappingina frammanfyri Gozo.

Á súkkluni hevði Súsanna Skylv einar framúr oyggjaleikir. Hon vann býarsúkklingina síðsta dagin og legði hana afturat silvurunum í tíðarsúkkling og landavegssúkkling. Einastu greinirnar, sum ikki vunnu heiðursmerki, vóru triatlon og golf, men eisini teirra úrslit v´ru á góðari leið. Til dømis fekk Emil Jacobsen nógv tað besta úrslitið, sum føroyskt golf hevur fingið á oyggjaleikum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345