G! 2025: Summar nætur koma ongantíð aftur

G! 2025: Summar nætur koma ongantíð aftur
UMMÆLI: Um villskapur lýsti hósdagin á G!, so var lýsingarorðið fyri fríggjadagin kanska hugfarsligt, tá Eivør enn einaferð staðfesti, at hon er tónleikadrotning føroying
G! hugtók aftur fríggjadagin og -kvøldið við
Mynd: Tomas Galik  
 
19.07.2025 - 13:55

Tónlistarliga var fóturin væl og virðiliga tikin av spitaranum oman á algoysta hósdagin, tá dugnaligi Lyon Hansen treiv í fyrstu akkordina á Spæliplássinum fríggjadagin klokkan 17.

Við støði í sínari nýggjastu plátu, “Skull-Seized Kingdom”, staðfesti Lyon, at hann er ein sangari og sangskrivari av altjóða formati.

“Hví er Lyon ikki kendari millum føroyingar,” spurdi ein útiseti, ið er komin heim til G!

 

LES EISINI: G! 2025: G! smakkaði hósdagin meira av G! enn nakrantíð áður

 

Lítillátni Lyon

Svarið er nokk, at Lyon er so lítillátin. Hann gongur ikki og júkar um at sleppa at spæla her og har, ella um at fáa sín tónleik spældan í útvarpinum.

Lyon gongur sær heldur ein túr, og letur so tónleikin tala fyri seg sjálvan.

Tað er næstan soleiðis, at tú mást koyra til Sandavágs, har gøtumaðurin í dag er búsitandi, eftir honum.

Soleiðis er tónleikurin hjá Lyon eisini. Hann kemur heldur ikki júkandi eftir tær sum lurtara. Hinvegin mást tú út at leita eftir honum.

 

Ein perlurøð av sangum

Men tá tú hevur funnið sangirnar, og hevur fingið teir inn undir húðina, so sleppur tú ikki av aftur við teir.

Í grundini er talan um eina perlurøð av sangum, ið Lyon higartil hevur skrivað og útgivið.

 

Serliga føroysku sangirnir á nýggju plátuni, "Skull-Seized Kingdom", hugtóku, eitt nú "Summar nætur" og "Leið 400", har Lyon fekk hjálp frá Guðrið Hansdóttir. 

Lyon hevur sett stykkið í bæði føroyska og altjóða fólkatónleikaarvin við Harkaliðnum, Kára P, Bob Dylan, Tom Waits og øðrum. Saman við væl spælandi bólki sínum, ið telur Kristian Paula Ellefsen, Hjørtur Pætursson Háberg og Karl Andrias Stórá, spæli Lyon ein frálíka konsert, ið setti tónan fyri fríggjadagin. 

Tað er ikki frítt, at ein gekk og hugsaði "summar nætur koma ongatíð aftur", tá Lyon var liðugur at spæla.

Tað er altíð sorgblýtt, tá festivalurin nærkast endanum. 

 

Ritaði seg inn í G!-hjørtunum 

Lyon á baki kom 21 ára gamli Lewis Fitzgerald, ið opnaði Sandin fríggjadagin, við einari eins hugfarsliga konsert, sum Lyon júst hevði spælt á Spæliplássinum. 

Lewis Fitzgerald er javnt líka bleytur og fittur, sum hann sær harður og farligur út við øllum tatoveringum, sum síggja út til at røkka frá høvd til tá.

 

Meðan Fitzgerald tóktist hava rita lív sítt á sín likam, so ritaði kensluborni poppurin hjá honum seg í hjørtuni hjá áhoyrarunum á Sandinum. 

Tað gjørdi medferðin hjá dámliga unga manninum, ið føddur og uppvaksin í Streatham í Suðurlondum, men annars umrøddi seg sjálvan sum íra, sanniliga eisini. 

 

Big up yourself

Um Lewis Fitzgeral er tann næsti Lewis Capaldi, er ilt at spáa um, men við einum kaffikoppi í hondini og ílatin sera avslappað klæðir, sjarmeraði eygagóði ungi bretin seg inn í hjørtuni hjá øllum, sum vóru til konsertina. 

“You should be proud of yourself. Your culture is beautiful. Big up yourself,” staðfesti Lewis Fitzgerald, ið dugdi sera væl at samskifta við áhoyrararnar, og fáa teir við í framførsluna, millum sangirnar. 

 

Mótsetningurin til Lewis Capaldi og hansara fólk, ið avlýsti sína annars avtalaðu G! konsertina í 2019, við einum stórum fuck you-fingri til føroyingar og føroyska mentan, var øgilig hesa løtuna. 

 

Føroyingar bóru fríggjadagin

Tað vóru yvirhøvur tey føroysku nøvnini, ið bóru G!-skránna fríggjadagin, og tey bóru hana væl. 

 

Greta Svabo, ið er aktuel við nýggjum tónleiki, spældi eina sjáldsama konsert á Spæliplássinum. 

 

Talan var um eina sera hugtalandi løtu við einasta føroyinginum, ið hevur verið tilnevndur til eina Grammy, sum arbeiðir við nýggjari plátu. 

 

Nógv hevur verið prátað um G! skránna, og at har manglar okkurt á henni til tey ungu.

 

Uppgávuna at draga tey ungu av tjaldingarøkinum og yvir á festival økið fríggjakvøldið, var fallin Danny & the Veetos í lut.

 

Og tað ber ikki til at siga annað, enn at endurstovnaða føroyska poppfyribrigdið lyfti ta uppgávuna til fulnar. 

 

Eivør drotning

Men eingin bar fríggjadagin meira á sínum herðum enn tónleikadrotning føroyinga, Eivør. 

Fólkini handan G! tosa um, at festivalurin í ár næstan er útseldur, og tað merktist serliga væl til Eivør konsertina á Sandinum fríggjakvøldið.

 

Tað minti mest av øllum um Europe í 2005, tá fólk noyddust út á sjógv at standa, fyri at sleppa eitt sindur fram móti pallinum.

 

Sandurin var stúgvandi fullur, tá Eivør enn einaferð bergtók G!-gestirnar, sum hon hevur gjørt tað hvørt ár síðani G! bleiv stovnaður. 

 

SÍ EISINI: Eivør bergtók G! við einastandandi framførslu

 

Gjallarahornið á G!

Mest forkunniga og fjarlagda innslagið á G! skránni fríggjakvøldið var uttan iva Nusantra Beat á Spæliplássinum. 

Talan er um indonesar, sum búgva í Niðurlondum og dyrka sín tónleikaliga uppruna afturvið meira nútímans tónleikasjangrum.

 

Burturúr spyrst ein spennandi samanrenning av tónleikasløgum, ið skapti eitt heilt serligt huglag á Spæliplássinum.

Konsertin tóktist hugtaka navnframa føroyski tónlistamaðurin Kári Sverrisson úr bólkinum Enekk, tí hann stóð hugførdur og lurtaði. 

 

Kári Sverrisson hevði fyri mongum árum síðani eina sera áhugaverda tónleikasending í útvarpinum, ið hann kallaði "Gjallarahorið", har hann spældi nógvan fjarlagdan tónleik úr øllum heraðshornum. 

 

Meðan Nusantra Beat spældi, og Kári Sverrisson stóð og lurtaði, kendist G! eitt sindur sum at luta eftir Gjallarhorninum við surfgittara og leðurjakka via Amsterdam. 

 

Ikki spælt í heimlandinum í 10 ár

Fríggjadagurin var hugfarsligur og góður, og spennandi verður at vita, hvussu dagurin í dag, ið er tann síðsti á festivalinum, fer at roynast. 

Á skránni er ársins høvuðsnavn, Kaleo, úr Íslandi, ið hittaði stórt í 2016 við sanginum "Way Down We Go" av stórseljandi plátuni "A/B". 

 

Íslendski bluesrokk-bólkurin við Jökull Júlíusson á odda er stórliga fagnaður í heimlandinum hjá bluesrokkinum, USA, og tað er ikki hvørjum lutað. 

Sambært føroyskum vinfólkum hjá Jökull Júlíusson frá tíðini, tá Kaleo fyrst spældi á føroyska Frigg festivalinum í Keypmannahavn í 2013 og síðani á G! í 2014, so hevur Kaleo ikki spælt í heimlandinum í 10 ár. 

So tað er rættiliga forkunningt av G! at hava fingið Kaleo til Føroya at spæla. Men dámar tær harðan rokk og tungmálm, so mást tú ikki forsøma norsku Cult Member í Fjósinum í nátt klokkan 00.15.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066