Hunda- og kettueigarar hava betri minni

Hunda- og kettueigarar hava betri minni
Nýggj kanning vísir, at tað er ein samanhangur millum tað at hava hund ella kettu og at avmarka kognitiva afturgongd
 
19.07.2025 - 15:20

Evropeiskir granskarar hava funnið útav, at ein samanhangur er millum tað at hava hund ella kettu og tað at avmarka kognitiva afturgongd.

Orsøkin er, at mann varðveitir ávísar heilafunktiónir við at hava húsdjór, skrivar videnskab.dk, sum hevur enska blaðið The Guardian sum keldu.

Í eini nýggjari kanning, sum er endurgivin í tíðarritinum Scientific Reports, brúka granskararnir data frá einari aðrari kanning, stóru spurnarkanningini "Health and Retirement í Evropa".

Hjá teimum 50 ára gomlu, kannaðu granskararnir sambandið millum tað at hava húsdjór og kognitiva afturgongd, og granskararnir hugdu eftir einum tíðarskeiði upp á 18 ár.

Ein av niðurstøðunum er, at hundaeigarar hava eitt hvassari minni. Og kettueigarar versnar minni seinni og teir hava lættari við at finna røttu orðini.

Tað eru tó ikki øll húsdjór, sum hava hesa ávirkan, skrivar videnskab.dk. Tey, sum hava fiskar og fuglar hava ongar fyrimunir av hesum.

Granskararnir gera greitt, at sjálvt um kanningin vísir eitt samband, so er ikki vist at talan er um ein samanhang. Við øðrum orðum er tað ikki vist, at tað er hundurin - ella kettan - í sjálvum sær, sum ger munin.

Tað kann vera tí, at lyndiseyðkennini hjá fólki, sum velja at fáa sær hund ella kettu, eru øðrvísi enn tey eru hjá teimum, sum ikki hava húsdjór. Tí kunnu tað eisini verað onnur viðurskifti, sum ávirka.

Men granskararnir meira, at kanningin kann geva eina breiðari mynd av spurningin um, hvussu vit eldast - og tey húsdjór sum fólk velja at deila lívið við.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595