Nýtt uppskot um pensjónsaldur kemur í heyst

Nýtt uppskot um pensjónsaldur kemur í heyst
Landsstýrið fer eisini at leggja fram uppskot um tíðartreytaða pensjón
Aksel V. Johannesen boðaði í løgmansrøðuni frá, at ætlanin um at hækka pensjónsaldurin er ikki slept.
 
30.07.2025 - 08:18

Ætlanin hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin er ikki slept.

Uppskotið kemur aftur í tingið í heyst.

Broytingarnar koma gildi í 2035. Tá vera tær stigvísar og við undantøkum. 

Eisini kemur uppskot um tíðartreytaða pensjón.

Tey, sum frá heilt ungum árum hava arbeitt, skulu frá 2035 fáa møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum við fólkapensjón, áðrenn tey røkka ásetta fólkapensjónsaldrinum. 

Løgmaður sigur, at samskifti er við fakfeløg um, hvussu skipanirnar kunnu vera.

 

Skulu sleppa undan eftirrokningum 

Og fyri at sleppa undan trupulleikanum við stórum eftirrokningum til fólkapensjónistar kemur nú ein skipan, har fólkapensjónin hvønn mánað verður ásett við støði í inntøkuni hjá fólkapensjonistinum seinastu 12 mánaðirnar.

Á henda hátt verður fólkapensjónin javnað, so hvørt sum inntøkuviðurskiftini hjá fólkapensjónistinum broytast. 

Eisini tað uppskotið kemur í heyst.

Og tá kemur haraftrat uppskot um, at eftirlønarviðbót verður latin fólkapensjónistum, sum flyta frá fyritíðarpensjón til fólkapensjón, aftrat fólkapensjónini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809