Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjógv í morgin

Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjógv í morgin
Í morgin verður árliga guðstænastan og konsertin niðri í gjónni við Gjógv fyri 7. ferð.
 
02.08.2025 - 14:33

Hendan serliga guðsænastan var fyrstu ferð í 2017 og síðani tá hevur hon verið 7 ferð. Fyriskiparar og nærumhvørvið blivu skjótt samd um, at guðstænasta í gjónni skuldi vera hvørt ár. Koronufarsóttin órógvaði í tvey ár, men siðvenjan bleiv tikin upp aftur í 2022 og hevur verið hvørt ár síðani. 

Guðstænastan byrjar, tá Derhard Jógvanson, prestur, er skjútsaður inn í gjónna, eins og man gjørdi fyrr í tíðini, tá tørvur var á presti, lækna ella jarðarmóður á útoyggjum. 

Á skránnið verður tónleikur frá orkestinum Eiðis Ljómfelag, Tóru Vestergaard syngur við undirspæli frá Ragnari Olsen, gittarleikara. Eisini fer Tórshavnar Manskór at syngja og Ari Hammer Joensen verður urguleikari undir guðstænastuni. 

 

Hoyr samrøðu við ein av fyriskiparunum niðanfyri.

1756484

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425