Ukraina: Hava longu avdúkað stórmál um mutur

Ukraina: Hava longu avdúkað stórmál um mutur
Endurreistu antikorruptiónsstovnarnir hava m.a. avdúkað, at ein tingmaður í flokkinum hjá forsetanum er við í muturgøluni
Tað loysti seg at mótmæla ætlanini hjá ukrainska forsetanum at gera antikorruptiónsstovnarnar í landinum veikari, tí Zelenskyj hálsaði um og setti gomlu skipanina í gildi aftur.
Mynd: Viacheslav Ratynskyi/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.08.2025 - 08:33

Tveir dagar eftir at ukrainsku antikorruptiónssstovnarnir fingu sítt vald aftur, kundu teir avdúka eitt stórmál um mutur í vápnainnkeypinum hjá Ukraina. 

Á fleiri stigum hava embætisfólk og fólk innan herin fingið upp til 30 prosent av virðinum á vápnasáttmálum undir borðið. Eisini ein tingmaður úr flokkinum hjá Zelenskyj er við í muturgøluni.

Fýra fólk eru handtikin higartil.

Antikorruptiónsstovnarnir mistu stóran part av sínum virkisføri við nýggjari lóg, sum Vlodymyr Zelenskyj, forseti, legði fyri tingið. Eftir mótmæli frá ukrainum og frá ES-eygleiðarum var nýggj lóg í skundi gjørd, sum endurreisti virkisførið hjá stovnunum, sum nú hava avdúkað málið um mutur í vápnahandli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751