ES-leiðarar: Ukrainsk mørk skulu ikki flytast við valdi

ES-leiðarar: Ukrainsk mørk skulu ikki flytast við valdi
Allir ES-leiðararnir uttan Viktor Orban í Ungarn hava skirvað undir yvirlýsingina
Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski starvsbróður hansara, Vladimir Putin, hittast í Alaska fríggjadagin.
 
12.08.2025 - 15:11

Evropeiskir leiðarar ávarað nú ímóti, at ukrainsk mørk verða flutt við valdi.

Putin og Trump hittast fríggjadagin at tosa um frið í Ukraina, men enn er hvørki Ukraina ella nakað annað evropeiskt land boðið við til toppfundin sum verður í amarikanska statinum Alaska.

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur boðað frá, at talan møguliga verður um at flyta landamørk í Evropa fyri at fáa eina friðaravtalu. 

BBC endurgevur fyrverandi ovastan í bretska uttanríkisráðnum, Lord Simon McDonald, fyri at siga, at:  

"Vit eiga at fyrireika okkum uppá, at Russland fer at seta skammilig krøv,  og vandi er fyri, at Trump sigur ja."

 

 

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, sigur, at Ukraina fer ikki at lata landaøki frá sær. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanlpix)

 

Russland leyp á

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, hevur sagt í sambandi við fundin, at tað er Russland, sum leyp á, og at Ukraina tí ikki letur nakað land. Haraftrat at eingin avtala, sum verður gjørd, uttan at Ukraina situr við borðið, er galdandi. 

Í eini fráboðan siga evropeiskir leiðararnir í dag, at, "fólkið í Ukraina skal hava frælsi at avgera sína egnu framtíð."

Lagt verður aftrat, at meginreglurnar um "økisrætt" skulu virðast, og "altjóða mørk skulu ikki broytast við valdi".

Yvirlýsingin er undirskrivað av 26 av teimum 27 leiðarunum í ES. Leiðarin í Ungarn, Viktor Orban, hevur ikki skrivað undir fráboðanina.

Hann hevur varðveitt tætt vinarbond við Russland, og hevur fleiri ferðir roynt at forða fyri ES-stuðli til Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896