Vindmyllur í Sandoynni: Vilja hava bráðfeingis vernd

Vindmyllur í Sandoynni: Vilja hava bráðfeingis vernd
Í áheitanini á Umhvørvisstovuna verður sagt, at vindmyllulundin fer at skaða fagurfrøðiliga virðið í økinum
Vindmyllur skulu setast upp í Klivaløkshaga á Sandi. Heimasandsmenn vilja nú hava Umhvørvisstovuna at seta bráðfeingis vernd fyri økið, har vindmyllurnar skulu vera.
 
14.08.2025 - 09:57

Sandoyingar heita nú á Umhvørvisstovuna um at seta í verk eina bráðfeingisvernd fyri økið, har ætlanin er at seta upp vindmyllur vestan fyri Sands bygd.

Heimasandsmenninir vilja hava landsstýrisfólkið í umhvørvismálum at seta í verk eina bráðfeingisvernd fyri lendið, har ætlanin er at gera eina vindmyllulund.

Grundgevingin er m.a., at har er nógvur fuglur, tað liggur nærhendis náttúruperlum, og ein vindmyllulund fer at skaða fagurfrøðiliga virðið.

Teir skjóta upp, at tvær milliónir fermetrar koma undir bráðfeingisverndina.

Landsstýrisfólkið kann eftir grein 27 í náttúruverndarlógini seta í verk bráðfeingisvernd av ávísum økjum til at forða fyri skaða á verndarvirðir.

Á Umhvørvisstovuni verður váttað, at umbønin er móttikin, og at hon verður viðgjørd. Meira ber ikki til at siga nú.    

 

 

Umhvørvisstovan hevur fingið áheitan frá heimasandsmonnum um bráðfeingisvernd. 

 

Ein kilometur frá Sandsbjørgunum

Í skrivinum verður sagt, at á fundi 21. mai, sum Yvirfriðingarnevndin skipaði fyri, kom fram, at ætlanin er at staðseta vindmyllurnar umleið ein kilometur frá einum av størsta fuglabjørgum í Norðurlondum, Sandsbjørgunum.

- Hvør ávirkanin á fuglalívið í bjørgunum verður, um vindmyllulundin verður veruleiki, eigur at verða lýst munandi betur, tí bjargafuglurin hevur ikki brúk fyri einum fígginda aftrat í royndini at seta nýggj ættarlið við, skriva heimasandsmenninir í umbønini til Umhvørvisstovuna.

Teir nevna eisini, at á fundinum í mai segði ein leiðandi fuglafrøðingur, at økið kann av røttum sigast at vera tað føroyska Amazonas.

Ætlaða staðsetingin er nærhendis "náttúruperluna Seltuvík, sum hýsir alskyns antarsløgum og fleiri skarvabølum", sum sagt verður í áheitanini.

Søltuvík liggur vestan fyri ætlaðu vindmyllurnar - og eystan fyri liggur Gróthúsvatn.

"Vindmyllurnar fara at liggja í beinari flukt millum Seltuvík og Gróthúsvatn, har nógvur gásafuglur og annar fuglur ferðast, og sum tí er í stórum vanda fyri at flúgva seg í óføri", skriva teir.

Vegurin, sum skal gerast til ætlaðu vindmyllulundina, "hevur avrenning oman á Heygamýru og Fossamýru, sum eru vátlendi, ið hýsa sera nógvum fugli um summarið".

 

Óbótaligan skaða

Teir halda eisini, at vindmyllulundin fer "at hava óbótaligan skaða fyri fagurfrøðiliga virðið, ið Sandoyggin og Sandsbygd hava, sum á mannamunni tykist so sjáldsama vakurt millum sandingar, føroyingar og vitjandi útlendingar". 

Tí heita Jóan Petur Clementsen, Eyðfinn Clementsen, Róin Clementsen, Jóannes Johannesen, Gunnar Bjarnason, Brandur Sandoy, Hallur Jensen og Jón Sigurdsson á myndugleikarnar um at fáa lýsta eina bráðfeingisvernd fyri økið. Teir vilja ikki siga nakað um ynskið. 

 

Eingin niðurstøða

Annars hevur Yvirfriðingarnevndin í dag havt fund um málið at seta upp vindmyllur í Klivaløkshaga. Nevndin gjørdi ikki nakra niðurstøðu, upplýsir skrivarin, Peter Flúgge. Men málið er í eini tilgongd. 

Formaðurin í nevndini, Henrik Møller, sorinskrivari, er ógegnigur í málinum. Formaður á fundinum í dag var Søren Skov Frandsen, dómari í býrættinum í Keypmannahavn.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097