Føroyskur tónlistamaður bjóðar øllum heiminum at gerast partur av ljóðmynd

Føroyskur tónlistamaður bjóðar øllum heiminum at gerast partur av ljóðmynd
Jens L. Thomsen skal í september luttaka í World Expo 2025 í Osaka í Japan, og til høvið ætlar hann at gera eina ljóðmynd, RØDD, har røddir úr øllum heiminum eru partur av
Mynd: Pressumynd  
 
15.08.2025 - 12:28

RØDD eitur nýtt listaverk, ið Jens L. Thomsen, listamaður, er í holt við at gera til World Expo 2025 í Osaka í Japan í september. 

Í hesum sambandi kunngerð Jens L. Thomsen í teg eina altjóða heimasíðu, sum savnar inn upptøkur av røddum úr øllum heiminum til verkið, sum hann lýsir sum eina livandi ljóðmynd. 

RØDD verður frumsýnd í Norðurlendska skálanum á World Expo 2025 í Osaka, Japan, tann 4. september.

 

Skal byggja brýr

Luttakarar verða eggjaðir til at tosa á teirra móðurmáli og deila ein boðskap ella ein spurning.

“Í eini tíð við skilnaði og múrum, ynskir ljóðlistaverkið at byggja brýr,” sigur Jens L. Thomsen í tíðindaskrivi.

“Eg ynski at gera eina ljóðmynd har allar røddir savnast og tosa sum ein sameind rødd.”

Tær innsavnaðu røddirnar — sum allar hava ymiskt  mál, málføri og orðbering — verða lagdar saman í eina støðugt broytandi ljóðmynd.

Á World Expo 2025 kunnu vitjandi gera nýggjar upptøkur á staðnum, har altjóða samrøðan fer at halda fram.

 

Soleiðis luttekur tú

Tað er sera einfalt at luttaka í listaverkinum hjá Jens L. Thomsen.

Vitja: expo2025.jenslthomsen.com

Upptak eini stutt boð, upp til 10 sekund, á tínum móðurmáli. 

Tín rødd er nú vorðin partur av ljóðmyndini. 

Heimasíða og ljóðforrit vóru framleidd í tøttum samstarvi við Dirk Handreke. Miðberg stóð fyri UI-sniðgevingini.

 

Um Jens L. Thomsen

Jens L. Thomsen er virðislønt tónaskald, ljóðlistafólk og tónleikaframleiðari.

Hann er upprunamaður handan verkætlanina ORKA, ið tvær ferðir hevur verið í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Ljóðmyndir hansara vera vístar um allan heim. Nevnast kunnu NORÐ (Southbank Centre, London), FØROYAR 5.2 (fjøll sum ljóðføri), ÆÐR (FM-ljóðmynd í Eysturoyartunlinum), og KOKS (Ljóðmynd til Michelin-virðisløntu matstovuna, sum beint nú verður víst á Nasjonalmuseet í Oslo, og seinni á ár í Seattle og New York).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816