Havbúnaðarfelagið: Apoteksverkið skal missa allan einkarrætt

Havbúnaðarfelagið: Apoteksverkið skal missa allan einkarrætt
Í øðrum londum kunnu alifyritøkur keypa heilivág frá góðkendum veitarum, og tað eigur eisini at vera galdandi í Føroyum, sigur felagið
Stendur tað til Havbúnaðarfelagið, skal Apoteksverkið missa allan einkarætt at selja heilivág til alifyritøkur.
 
18.08.2025 - 09:56

Havbúnaðarfelagið vil hava ein arbeiðsbólk við fólki frá tí almenna og frá alivinnuni settan sum skjótast til at gera nýggja skipan um heilivág.

Høvið er uppskot um kunngerð um avlúsingarevnið "hydro gen peroxid."

Tá styrkin er yvir 20 prosent, skal Apoteksverkið framvegis hava einkarrættin, sigur Heilsumálaráðið.

Men Havbúnaðarfelagið heldur, at Apoteksverkið skal missa allan einkarrætt.

 

Tænir ikki endamálinum

Einkarrætturin hjá apotekinum at selja ávísan heilivág og aðrar vørur til alivinnuna eigur at vera tikin av.

Hann tænir ongum skilagóðum endamáli, sigur Havbúnaðarfelagið. Almenna reguleringin hevur hinvegin skaðilig árin á kappingina, forðar fyri eini fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu, og hevur skaðiliga árin á kappingførið, sigur felagið, sum hevur fingið uppskot til kunngerð um hydrogenperoxid til ummælis.

Í øðrum alitjóðum, eitt nú í Noregi og Skotlandi, kunnu alifyritøkur keypa "hydro gen peroxid" og ávísan heilivág beinleiðis frá góðkendum veitarum. 

Fyri at styrkja kappingarførið hjá føroysku alivinnuni eigur sama skipan at verða galdandi í Føroyum, sigur Havbúnaðarfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360