Oddabrak fjaraði út í málleysan javnleik

Oddabrak fjaraði út í málleysan javnleik
KÍ tók ímóti HB, men tey, sum væntaðu sær málfest, fóru vónbrotin til hús. Oddabrakið endaði málleyst, klaksvíkingar halda FM-kósina, meðan HB misti 2. plássið til NSÍ
Árni Frederiksberg og KÍ hava framvegis beina kós ímóti FM, hóast tað ikki eydnaðist at vinna á HB sunnudagin
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
24.08.2025 - 19:15

Tvey tey sterkastu liðini í føroysku kappingini seinastu tíðina, oddaliðið KÍ og HB, brustu saman í Klaksvík í dag, men tey, sum væntaðu sær undirhald, fóru vónbrotin til hús.

Oddabrakið fjaraði nevniliga út í málleysan javnleik í einum dysti, har liðini ikki megnaðu at spæla seg til teir nógvu málkjansirnar. KÍ hevur framvegis kós ímóti at endurvinna FM-heitið, meðan HB misti 2. plássið til NSÍ.

Runavíkingar vunnu sín dyst ímóti FC Suðuroy við Løkin í Runavík, men gestirnir bjóðaðu av. Salmundur Bech javnaði til 1-1, eftir at Beinir Nolsøe hevði lagt NSÍ á odda, men eftir steðgin tryggjaðu Klæmint A. Olsen og Michal Przybylski heimaliðnum øll stigini.

Soleiðis varð ikki í Sarpugerði, har Víkingur tók ímóti EB/Streymi. Ein góður tími var spældur, tá Thomas Bjørn Miezan legði útiliðið framum. Bert fýra minuttir seinni javnaði Jákup Johansen, men heimaliðið fekk einki mál afturat.

B36 fekk eisini bert eitt mál, men tað var nóg mikið til at vinna á B68 í Gundadali, har Bogi Reinert Petersen avgjørdi úr 11 metrum.

Leygardagin fekk 07 Vestur trý týðandi stig í botnbrakinum ímóti TB. Nú er eitt stig upp til TB, trý stig upp til FC Suðuroy á 8. plássi og bjargingin hómast aftur hjá vágamonnum.

 

Status quo hjá kvinnunum

Í bestu deildini hjá kvinnum er støðan hin sama, sum hon var, áðrenn dystirnar sunnudagin, men bæði KÍ og NSÍ høvdu trupult við at vinna sínar dystir.

KÍ tók ímóti Víkingi, og ikki fyrrenn í síðsta minutti eydnaðist Sólju Ernstsdóttir at avgera fyri oddaliðið. NSÍ er trý stig aftanfyri klaksvíkingarnar, men tað kundi verið meir, tí HB var á odda bæði 1-0 og 2-1, áðrenn runavíkingar vendu dystinum við málum frá Julia Naomi Mortensen og Brá Zakariasardóttir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777