Skaðadjóratýnari: "Kakkulakkar trívast væl inni hjá fólki í Føroyum"

Skaðadjóratýnari: "Kakkulakkar trívast væl inni hjá fólki í Føroyum"
"Kakkulakkar trívast ikki í føroysku náttúruni, tí veðurlagið er ov kalt, men teir trívast væl inni hjá fólki," staðfestir Heini Magnussen frá Skaðadjóratænastuni
Mynd: Shutterstock.com  
 
25.08.2025 - 10:21

"Ja, tað hava vit gjørt nógv av." 

Heini Magnussen og hini frá Skaðadjóratænastuni verða ofta tilkallað at burturbeina kakkulakkar í Føroyum. 

Tað greiðir hann frá, nú kakkulakkar eru sæddir umborð á avloysaraskipinum fyri Smyril, Galaxy. 

KAKELAK_TIL_HEIMASIDU

 

Bakteriubumba

"Kakkulakkurin er ein umvandrandi bakteriubumba, ið trívist har tað er skitið, og hann livir av óhumsku," staðfestir Heini Magnussen, ið væl skilir, at føroyingar ikki vilja hava, at kakkulakkur fær beinini fyri seg í Føroyum. 

"Kakkulakkar bíta ella stinga ikki, men teir eru smittuberar."

Kakkulakkarnir, ið Skaðadjóratænastan hevur burturbeint í Føroyum, koma úr heitari londum, har teir eru vanligir. 

"Tað er enn ikki staðfest, at kakkulakkurin kann liva í føroysku nattúruni, tí vit hava ov kalt verðurlag, tíbetur. Men fyri tað, um tað er kalt úti, so er tað ikki kalt inni hjá fólki og í bygningum. Har trívist kakkulakkurin øgiliga væl."

Hoyr samrøðuna við Heina Magnussen, stjóra í Skaðadjóratænastuni. 

Innslag_Skordyrataenasta_Heini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858