Upp á tíðina at fáa nýggja javnstøðulóg

Upp á tíðina at fáa nýggja javnstøðulóg
Forkvinnan í Javnstøðunevndini fegnast um, at sjøtul nú verður settur á arbeiðið
Halla Nolsøe Poulsen er forkvinna í Javnstøðunevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2025 - 12:52

- Tað er upp á tíðina, at vit fáa eina nýggja javnstøðulóg.

Tað sigur Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, sum var í Breddanum fyrrapartin.

Í juni legði landsstýrið fram støðulýsingina “Saman um javnstøðu.”

Hon vísir, at vit í Føroyum enn hava stórar avbjóðingar, m.a. at kvinnur forvinna minni enn menn, arbeiðsmarknaðurin er ov kynsbýttur, og so hava vit enn tann trupulleika, at tað eru 2.200 kvinnur færri enn menn í landinum.

Men nú sigur landsstýrið, at javnstøðulógin frá 1994 verður endurskoðað, og tað er eitt gott hugskot, sigur Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Í fleiri áratíggju hava verið 2.000 færri kvinnur enn menn í Føroyum, og tann trupulleikin stendur við. 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at vit eiga at taka trupulleikan í álvara, at kvinnur ikki støðast í Føroyum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26082025_Javnstoda

 

Umframt Hallu Nolsøe Poulsen og Eirik í Jákupsstovu var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr allan Breddan her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329