Amerikanarar royna at fáa grønlendingar at loysa frá Danmark

Amerikanarar royna at fáa grønlendingar at loysa frá Danmark
Endamálið er at gera Danmark veikari í Grønlandi, og at fáa grønlendingar at velja USA
Sambært danska kringvarpinum eru tað fólk, sum hava tætt tilknýti til Trump, forseta, sum royna at fáa fólk í Grønlandi at virka fyri loysing frá Danmark.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.08.2025 - 08:09

Í minsta lagi tríggir amerikanarar, sum eru tætt knýttir at Donald Trump, forseta, royna at fáa fólk í Grønlandi at virka fyri loysing frá Danmark.

Teir gera eisini ein lista við grønlendingum, sum taka undir við ætlanini hjá Trump at taka Grønland.

Tað halda átta dulnevndar keldur, sum danska kringvarpið hevur tosað við í Danmark, Grønlandi og USA.

Endamálið við amerikanska tiltakinum er at gera Danmark veikari í Grønlandi, og fáa grønlendingar at velja USA, siga keldurnar hjá DR.

 

Hótt við at taka landið

Tað er eingin loyna, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ætlar sær Grønland.

Hann hevur fleiri ferðir hótt við at taka ella keypa landið.

Tá amerikanski forsetin var í kongressini í mars í ár, ljóðaði boðskapurin soleiðis:

- USA hevur brúk fyri Grønlandi í sambandi við trygd og altjóða trygd, segði Trump millum annað, og at hann eisini roknar við at fáa Grønland.

 

 

J. D.Vance. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ikki røkt sínar hernaðarligu skyldur

Amerikanski varaforsetin, JD Vance, hevur heldur ikki lagt fingrarnar ímillum, tá hann hevur umrøtt Grønland.

Í mars segði amerikanski varaforsetin, at Danmark ikki hevur røkt sínar hernaðarligu skyldur í Grønlandi nóg væl.

Tað segði hann, tá hann vitjaði á Pitufikk Space Base í Grønlandi, sum fyrr æt Thule-støðin.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, hevur fleiri ferðir víst aftur, at Grønland er til sølu.

 

 

Lars Løkke Rasmussen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Løkke boðsent toppdiplomati

Danski uttanríksráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur sent boð eftir amerikonskum toppdiplomati til samrøðu, nú tað er komið fram, at í minsta lagi tríggir amerikanarar, sum eru tætt knýttir at amerikanska forseta, royna at fáa fólk í Grønlandi at virka fyri loysing frá Danmark.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139