SCO- felagsskapurin bjóðar vesturheiminum av

SCO- felagsskapurin bjóðar vesturheiminum av
Felagsskapurin hevur til endamáls at vísa á, at valdspolitiska landslagið er broytt, og vit eiga at taka hann í álvara, sigur Tór Marni Weihe Ph.D-lesandi
Tór Marni Weihe er Ph.D-lesandi á Fróðskaparsetrinum og kønur í russiskum viðurskiftum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.09.2025 - 15:48

- Vit mugu taka Shanghai-samstarvsfelagsskapin í álvara, tí hóast ymiskar stýrisskipanir í teimum ymsu londunum, hevur hesin felagsskapur ein felags fígginda, og tað er at bjóða vesturlendsku hugmyndafrøðini av. 

Tað sigur Tór Marni Weihe, Ph.D-lesandi á Fróðskaparsetrinum.

Hann var í Breddanum fyrrapartin.

Shanghai Samstarvsfelagsskapinum (stytt SCO), sum er ein felagsskapur um samstarv innan politikk, búskap og trygd, og er eitt alternativ til NATO-verjusamgonguna og G7-londini, hevur júst havt toppfund í Kina, har lond sum Kina, Russland og India vóru við.

 

Hesir tríggir leiðararnir úr Russlandi, India og Kina mynd eisini SCO-felagsskapin, sum hevur havt toppfund í Kina. (Mynd. Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Alternativ til vesturlendskt fólkaræði

Á toppfundinum í Tianjin legði kinesiski forsetin, Xi Jinping, sín Global Governance Initiative fram sum eitt alternativ til vesturlendskt fólkaræði. 

Hóast nógvar mótsetningar í Shanghai-samstarvsfelagsskapinum - frá einum einaræði í Kina til eitt fólkaræði í India - so hava hesi londini eitt felags endamál: at vísa vesturheiminum, at heimsins valdspolitiska landslagið er broytt, og tí mugu vit taka hendan felagsskapin í álvara, sigur Tór Marni Weihe, Ph.D-lesandi á Fróðskaparsetrinum og kønur í russiskum viðurskiftum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05092025_Tor_Marni

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763